Innanlands

Skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við ferðsluóhapp í Leirvík

Ein bilur rendi leygarkvøldið á tveir aðrar - ein inni í Leirvíkstunlinum og ein uttanfyri. Tann eini bilurin fekk stóran skaða, men eingin fólkaskaði var.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-02 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir

Ein bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við ferðsluóhappið í Leirvík leygarkvøldið, upplýsir løgreglan í morgun.

Tað var tíðliga leygarkvøldið, at Leirvíkstunnilin varð stongdur eina løtu í sambandi við, at ein bilur hevði rent á tveir aðrar bilar.

Talan var um tvey ferðsluóhapp. Bilurin rakti fyrst síðuna á einum mótkoyrandi bili inni í tunlinum, koyrdi víðari og rendi so frontalt á ein annan bil uttanfyri tunnilin. Seinni bilurin, sum varð ákoyrdur fekk stóran skaða.

Sjey fólk vóru í ferðsluóhappinum, og trý fólk vóru flutt á sjúkrahúsið, upplýsti løgreglan leygarkvøldið, men í morgun verður sagt, at eingin teirra fekk skaða.

Umframt at vera skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring fær bilførarin helst onkra skuldseting afturat

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder