
Strandfaraskip Landsins setir mikudagin 20. mai eina nýggja skipan í verk. Hon snýr seg um, at ein bussur verður settur inn at koyra rutuna: Flogvøllurin - Tórshavn
Fólk sum kom til landið umvegis flogvøllin kunnu bíleggja pláss dagin fyri ynsktu fráferð. Hesin bussurin tekur ikki onnur ferðafólk upp á leiðini, men koyrir beinleiðis, bert við ferðafólki sum koma við flogfarinum, skrivar ssl.fo.
Heitt verður á ferðafólk um at halda frástøðu á ein metur í bussinum og st hava gott reinføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald