
Frá mánadegnum skulu øll, sum lata seg kanna fyri korona í Klaksvík, bíleggja sær tíð til kanningina, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.
Tað verður gjørt á kanning.corona.fo.
– Tá tú hevur bílagt, fært tú eina kvittan á telefonina og teldupost. Tað er umráðandi at hava hesa við sær til kanningina. Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.
Hetta er ein talgild bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini hava møguleika at ringja á 304545 og fáa hjálp.
Kanningartíðirnar verða hesar:
Mánadag kl. 9-11
Mikudag kl. 9-11
Fríggjadag kl. 9-11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald