Innanlands

Skulu bóka ansingarpláss eftir páskir í Klaksvíkar kommunu

Talan er um neyðansingarskipanin í viku 16, 14. til 17. apríl.

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi tveir dagar frammanundan ynskta ansingardag, boðar Klaksvíkar kommuna frá (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi tveir dagar frammanundan ynskta ansingardag, boðar Klaksvíkar kommuna frá (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-04-12 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. apríl lata dagstovnarnir kring landið upp aftur. Síðani Føroyar fóru niður í ferð fyri einum mánaði síðani, hava dagstovnarnir bert verið opnir fyri teimum, ið hava tørv á "neyðansing".

Klaksvíkar kommuna skrivar páskadag á heimasíðu sínari, at fyri at kenna rætta tørvin á dagstovnaøkinum eftir páskir, verður heitt á foreldur um at bíleggja pláss í neyðansingarskipanini í viku 16 (14. til 17. apríl), um tørvur er á tí.

Hetta verður gjørt fyri, at kommunan best møguligt kann meta um verðuliga tørvin, soleiðis at arbeiðið á dagstovnaøkinum kann verða lagt til rættis eftir ti, skrivar kommuna.

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi tveir dagar frammanundan ynskta ansingardag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder