Fyri páskir boðaði landsstýrið frá, at dagstovnar lata upp mánadagin 20. apríl 2020. Eisini boðaðu landsstýrið og myndugleikar frá, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima.
Í løtuni fyrireika kommunurnar og dagstovnarnir kring landið seg uppá, hvussu gerandisdagurin skal skipast frá komandi viku av. Tað snýr seg um at lata upp varliga og stigvíst, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Hetta er tað, sum nýggja Koronaráðgevingin hjá landsstýrinum hevur givið vegleiðing um.
Í gjárkvøldið boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at foreldur skulu bóka ansingarpláss til komandi viku.
Hetta er fyri at gera fyrireikingararbeiði lættari, og Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at foreldur skjótst gjørligt og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl kl. 12.00 skulu boða kommununi frá sínum ansingartørvi í komandi viku. Also um barn teirra kemur á stovn í næstu viku, 20.-24. apríl.
Foreldragjaldið skal viðgerast - verður helst endurgoldið
Fleiri kommunur, so sum Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna og Eysturkommuna hava boðað frá, at dagstovnagjaldið verður strikað/endurgoldið fyri tíðarskeiðið, ið foreldur ikki nýta tað.
Tórshavnar kommuna ferð at viðgerða dagstovnagjaldið fyri apríl á býráðsfundi síðst í mánaðinum. Tað verður verður væntandi endurgoldið foreldrunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald