Innanlands

Skulu fáa greiðu á hví eldur kom í

Eldur kyknaði í køkinum í Pizza No1 í Vágsbotni í gjár - eldsbrunin verður nú kannaður

Heitt varð á fólk um at halda seg burtur frá økinum og eina løtu var vegurin millum Vágsbotn og Skálatrøð tó stongdur fyri ferðslu. meðan sløkkiliðið sløkti eldin. Hetta gekk skjótt og væl (Mynd: Sverri Egholm)

Heitt varð á fólk um at halda seg burtur frá økinum og eina løtu var vegurin millum Vágsbotn og Skálatrøð tó stongdur fyri ferðslu. meðan sløkkiliðið sløkti eldin. Hetta gekk skjótt og væl (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-19 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um middagsleitið í gjár komu boð um, at eldur var i pitsastaðnum Pizza No1 í Vágsbotni.

Heitt varð á fólk um at halda seg burtur frá økinum, meðan sløkkiliðið sløkti eldin. Hetta gekk skjótt og væl - eina løtu var vegurin millum Vágsbotn og Skálatrøð tó stongdur fyri ferðslu.

Sí eisini: Dagført: Nú er koyrandi aftur

Sí eisini: Ongin var inni tá eldur kom í

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Tað stóð greitt, at eldurin kyknaði í køkinum, og at onkur smávegis roykskaði er hendur á hæddunum omanfyri. 

Nú skal tó veruliga fáast greiða á, hví eldur kom í. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fegnast fyrrapartin um, at tamarhald kom á støðuna skjótt. Hann staðfesti tó eisini, at kanningararbeiði nú skal í gongd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder