2019-08-12 20:55
Leygardagin hava tey sum halda seg vera best í Føroyum til borðspælið Partners møguliga at royna seg.
Dimmalætting skipar tá fyri stórari kapping í Partners á torginum í SMS.
Kappingin byrjar klokkan 10, og ein døgurðasteðgur er tá høvið verður at fáa sær okkurt til matna. Tey sum melda til, skulu vera til reiðar at brúka tað mesta av degnum til Partners um tey koma langt.
Ein ferð fyri tveir persónar til Riga í Lettlandi er høvuðsvinningur.
Til tiltakið er livandi tónleikur, kaffi, te og annað umframt at MBM bjóðar okkurt leskiligt.
Einasta treyt fyri luttøku er, at í minsta lagi annar persónurin á liðnum er fyltur 18 ár tann 17. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald