Innanlands

Skulu finna navn til nýggja KT-skipan

Sóknast verður eftir einum navni til nýggju KT-skipanina, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, og Nám hava tikið seg saman um at gera til føroyska undirvísingarverkið, og í hesum sambandi verður navnakapping útskrivað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-20 17:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður sóknast eftir navni til nýggju KT-skipanina, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, og Nám hava tikið seg saman um at gera til føroyska undirvísingarverkið. Í hesum sambandi verður lýst við navnakapping.

– Til tess at ímynda tað samstarv, sum nýggja KT-skipanini í øllum liðum byggir á, er tað eitt krav, at í minsta lagi fýra fólk eru við í uppgávuni at finna eitt navn, júst tí at hon krevur samstarv.

– Umframt, at navnið skal verða eyðsýnt og lættliga kennast aftur, skal tað eisini vera nýtiligt í teim ymsu undirvísingarumhvørvunum, skrivar Undirvísingarstýrið.

Freistin at senda navnauppskot inn til dómsnevndina, ið skal taka støðu til uppskotini, er úti fríggjadagin 4. desember. 

Í dómsnevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, Nám og Talgildu Føroyar. Dómsnevndini tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomin uppskot, eisini at laga til ella vraka uppskot, verður sagt.

Vinnarin av navnakappingini verður kunngjørdur á samkomu í Undirvísingarstýrinum í januar, og vinningurin fyri vinnandi uppskotið er 20.000 krónur.

Uppskot verða send til [email protected], og til ber eisini at venda sær til Undirvísingarstýrið á hesum telduposti, um ein ynskir sær meira kunning um navnakappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder