31. oktober gavst 56 ára gamli John Bercow aftaná tíggju ár í formanssessinum hjá bretska tjóðartinginum, og í dag skal undirhúsið velja nýggja formannin.
Les eisini: Bercow fekk góð orð á seinasta formansdegnum
Higartil hava níggju tjóðartingslimir bjóðað seg fram, og fleiri av teimum eru komin við hvøssum atfinningum móti John Bercow og arbeiðshátt hansara.
Sambært fleiri miðlum, halda fleiri av formansvalevnunum, at John Bercow blandaði seg ov nógv uppí, og at hann ikki helt seg neutralan í málinum um brexit.
Sambært TV2 er eingin greiður favorittur millum formansvalevnini, men fýra av teimum skara tó framúr. Tey eru Lindsay Hoyle (Labour), Eleanor Laing (Konservativi flokkurin), Rosie Winterton (Labour), og Harriet Harmann (Labour).
Harriet Harman er tann longst sitandi kvinnuligi limurin í tjóðartinginum. Fyrstu ferð hon varð vald var í 1982. Hini trý hava øll verið næstformenn undir John Bercow.
Hini fimm valevnini, sum hava bjóðað seg fram eru Henry Bellingham (konservativi flokkurin), Chris Bryant (Labour), Meg Hillier (Labour), Edward Leigh (Konservativi flokkurin), og Shailesh Vara (Konservativi flokkurin).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald