Innanlands

Skulu føroyingar gjalda fyri at ferðast í føroysku náttúruni?

Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, ikki

2018-06-23 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað eigur at vera hvørsmansrættur hjá føroyingum at ferðast í føroysku náttúruni. Tí hevur hon sett landsstýrismanninum við fiskivinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Seinastu árini er áhugin fyri at ganga í føroysku náttúruni nógv øktur, og í dag ganga munandi fleiri fólk í fjøllum og haga enn fyrr. Hetta er ein góður vani, sum økir um lívsgóðskuna fyri nógv fólk, tí ein túrur í vøkru føroysku náttúruni er vælgerandi, bæði fyri likam og sál, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Útlendingar hava eisini av álvara fingið eyguni upp fyri Føroyar sum ferðamál. Ferðavinnan er raðfest politiskt, Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at stimbra ferðavinnuvøksturin í Føroyum, og við ársbyrjan fór menningardeildin hjá Visit Faroe Islands eisini til verka. Í tí sambandi segði landsstýrismaðurin við vinnumálum, at við verandi vøkstri í ferðavinnuni kann hetta gerast ein berandi vinna undir búskapi okkara og skapa størv og inntøkur eisini í útjaðaranum.

Seinastu tíðina hevur orðaskiftið um bæði vaksandi ferðavinnuna og um rættin til at ganga í náttúruni verið drúgt, og í dag síggja vit, at í fleiri økjum í landinum hava einstakir aktørar tikið málið í egnar hendur og krevja pening inn frá fólki, ið ferðast í náttúruni. Hetta hevur elvt til mikla ørkymlan, ikki minst hjá føroyingum, ið vanliga ferðast frítt í náttúruni.

Samanstoyturin millum áhugamálini hjá ferðavinnuni og atgongdina til náttúruna krevur greiðar og gjøgnumskygdar reglur, so at fólk vita, hvat tey hava við at gera. Uttan eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit ferðast, og hvør kann ferðast í haga og fjøllum í Føroyum, kunnu vit vænta ein neiligan vøkstur í vinnuni. Samstundis meti eg, at tað eigur at vera hvørsmansrættur hjá føroyingum at sleppa at ganga í haga og fjøllum, sigur Kristianna Winther Poulsen.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder