Innanlands

14,2 milliardir útgoldnar í lønum árið – vøksturin er 6,3 prosent

Fiskiveiða og aling eiga fjórðing av vøkstrinum í lønarkrónum hetta seinasta árið. Hetta kemst serliga av lønarvøksturi í botnfiskiveiðuni.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-15 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

840 milliónir krónur, ella 6,3 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í Føroyum í tíðarskeiðinum frá september 2025 til og við august 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan. 

Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum

Størsti vøkstur í krónum átti 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða'. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin var serliga stórur í 'Botnfiskiveiðu' og 'Botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð', har útgoldnu lønirnar tilsamans vóru 242 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta eru sløk 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar. 

Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum vóru 'Flutnings- og goymsluvinna', 'Framleiðsluvinna' og 'Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar' við ávikavist 113, 101 og 82 milliónum krónum. Hesar høvdu ein lønarvøkstur millum 4 og 9 prosent.

Niðanfyri síggjast mánaðarligu útgoldnu lønirnar fyri hesar vinnugreinar og 'Fiskiveiðu og aling'. Her sæst at lønin í 'Fiskiveiðu og aling' fyri seinasta 12 mánaðar tíðarskeið var serliga stór í desember, februar og mars. Hægri lønirnar í desember og mars skyldast serliga botnfiskiveiðu og tær í februar uppsjóvarveiðu. 


Menn eiga størra partin av lønunum og vøkstrinum 

Av samlaðu útgoldnu lønunum seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent av tilsamans 14,2 milliardum krónum. Somuleiðis áttu menn størra partin – 69 prosent – av lønarvøkstrinum á 840 milliónir krónur, tá samanborið var við undanfarna tíðarskeið.

Lønin hjá monnum var 7,1 prosent hægri fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá kvinnum var vøksturin 5 prosent. 

Býtt á geira er vøksturin á útgoldnum lønum størst hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har vøksturin var 7,7 prosent. Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var vøksturin 4,2 prosent. 

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 13,3 prosentum. Norðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 3,7 prosentum. Til løntakarar búsitandi uttanlands var útgoldna lønin 4,7 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder