Innanlands

Skulu granska búskaparligu avleiðingarnar av COVID-19

11 granskingarverkætlanir hava nú fingið játtað tilsamans 2.341.480 krónur í stuðli frá Granskingarráðnum

2020-04-24 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan um ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin.

Tað er Unn Laksá, ph.d. og leiðari fyri nýstovnaða Sjókovan, sum er verkætlanarleiðari. Hinir luttakararnir eru Magni Laksafoss frá Sjókovanum og Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetrinum. Ein fylgibólkur er skipaður við umboðum fyri fiskivinnuna, alivinnuna og Vinnuhúsið. Stuðulin er 193.070 krónur.

Hetta er fjórða umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Við hesi seinastu verkætlanini hava tilsamans 11 verkætlanir fingið játtað 2.341.480 krónur.

Tríggjar játtanir vórðu latnar hósdagin 16. apríl, fýra leygardagin 18. apríl, og tríggjar týsdagin 21. april.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3 mió. krónur. vóru tøkar til átakið, og enn ber til at søkja um stuðul. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder