2022-12-21 00:05

Klokkan er farin av midnátt, og nú skal tað upp á pláss. Tíðin til fyrsta tingfundin styttist, og hesir flokkar hava nú samráðst í eina lítla viku.
Tí ætlar Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari og formaður fyri Javnaðarflokkin, at CEF-samgongan skal vera í pottinum í nátt áðrenn farið verður til hús.
Fíggjarmál eru upp á pláss, og hóast Aksel V. Johannesen ikki vil siga nakað, er Ruth Vang eitt gott boð sum nýggj landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald