Tey sjey fólkini, sum næstu dagarnar vera avbygd á Hotel Vágum orsaka av coronavirusinum, skulu ikki filmast ella avmyndast.
Tað syrgdi løgreglan fyri, tá miðlafólk møttu upp í økinum kring Hotel Vágar um eitt tíðina tá tey, sum skulu avbyrgjast, komu á hotellið.
Eingin skal vita hvør kemur inn her, tí hetta er privat, sigur løgreglan.
Fyrsti tilburðurin av coronavirusinum covid-19 varð staðfestur í Føroyum í gjár. Síðani var farið undir at kanna teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við, og avgjørt varð, at 14 persónar skuldu avbyrgjast.
Hotel Vágar fer at hýsa teimum sum av ymsum orsøkum ikki kunnu vera í sóttarhaldi við hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald