Innanlands

Skulu ikki rokna við at sleppa út at ferðast fyribils

Kravið um sóttarhald í 14 dagar fyri øll, ið koma uttanífrá, stendur við í eina tíð afturat

Bárður á Steig (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-08 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Føroyar spakuliga verða latnar uppaftur eina viku eftir páskir, so merkir hetta ikki, at lívið verður sum vanligt aftur – als ikki.

- Vit skulu læra okkum at liva við korona í langa tíð framyvir, segði løgmaður millum annað á tíðindafundinum í dag, og tað merkir fyrst av øllum, at vit framhaldandi skulu halda frástøðu halda reinførið og ansa eftir okkum sjálvum og øðrum.

Hóast vit nú kunnusiga, at smittan í Føroyum – sum tað nú sær út til – er bast, so er hetta bert galdandi herheima.

Tí verður hildið fast við avmarkingarnar viðvíkjandi uttanlandsferð. Øll ferðing millum lond verður tí framvegis frárádd. Myndugleikarnir kunnu ikki nokta føroyingum at fara av landinum í summar, men tað verður frárátt, sum støðan er í dag.

- Og kravið er framhaldandi, at øll, sum koma til Føroyar skulu í sóttarhald í minst 14 dagar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder