
Tað hevur verið leisturin í longri tíð, og seinnapartin boðaði Heilsumálaráðið frá, at Farsóttarnevndin hevur longt tíðarskeiðið, har øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu
Tað er longt til 31. mars 2021. Tað vil siga, at kanning við landamørkini stendur við í øllum førum tríggjar og ein hálvan mánaða afturat.
Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið gjørt nýggjar samstarvssáttmálar við Spf. Thetis og Smyril Line, sum fevna um longda tíðarskeiðið fyri koronukanningarnar. Tað skrivar hmr.fo, har samstarvssátmálarnir eisini kunnu lesast.
Tveir koronutilburðir vórðu staðfestir í kanningunum frá í gjár. Annar persónurin fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Samanlagt eru 24 føroyingar smittaðir við koronu í løtuni. Eingin er innlagdur í samband við smittuna.
Les eisini: Tveir smittutilburðir staðfestir í 1455 kanningum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald