Nú tað er greitt, at smittan í løtuni bert kemur uttanífrá, so snýr tað seg yvirskipað um at tryggja, at smittan ikki kemur inn aftur.
Hetta staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum.
Meira og meira trýst hevur seinastu verið lagt á landsmyndugleikar um at seta tvungið sóttarhald í verk.
Myndugleikarnir hava tó ikki valt tann møguleikan – tað byggir framvegis á álit, ið er so inngrógvið í Føroyum, staðfesti Bárður á Steig Nielsen.
- Soleiðis vit hava uppalt okkara børn, soleiðis vit hava bygt samfelagið upp, og soleiðis hava vit stríðst móti smittuni. Vit hava grundleggjandi álit á hvørjum øðrum her í Føroyum.
Sóttarhaldskal og uppfylging
Bárður á Steig Nielsen og Bjarni á Steig staðfesti, at innferðatalið til Føroyar er lágt. Nú verður eitt nýtt átak sett í verk, tá fólk koma til landið:
- Tá fólk koma á Havnina við Norrønu ella við flogfarinum í Vágunum, fáa tey eitt sóttarhaldsskjal, har tey verða biðin um at skriva undir uppá, at tey hava skilt, at myndugleikarnir. ynskja at tey skulu í sóttarhald í 14 dagar. Síðani verður fylgt upp uppá, hvussu tey hava tað, og um tey halda tað. Hetta verður gjørt við, at ein lækni ringur til tey.
Løgmaður segði, at hendan loysnin er vald, tí at hon er hóskandi í mun til støðuna. Ynski er ikki at seta fólk 14 dagar í sóttarhald á einum gisitingarhúsi til dømis
Bárður á Steig Nielsen staðfesti eisini, at mann vil ikki, at útlendsk ferðafólk koma til Føroyar fram til 30. juni - í fyrsta umfari
Innanlands
Skulu nú skriva undir eitt sóttarhaldskjal
Tvungið sóttarhald verður ikki sett í verk, men meira verður gjørt fyri at gera ynski myndugleikans greitt og fyri at fylgja upp, í samband við at fólk koma inn í landið
(Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-30 10:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald