Innanlands

Skulu samtykja uppskot um sáttmála við Articon um nýggjan veg og tunnil

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin í Tórshavnar skjóta upp, at avtala við virði á 324 milliónir verður gjørd við byggifyritøkuna um heildararbeiðstøku, og tryggjast skal at landið rindar 110 milliónir. Hetta er einasta málið á eykabýráðsfundi í morgin

Her skulu býráðslimirnir taka støðu til sáttmálan um at gera nýggjan høvuðsveg og tunnil uppiyvir Havnini og Hoyvíkini (Mynd: torshavn.fo)

Her skulu býráðslimirnir taka støðu til sáttmálan um at gera nýggjan høvuðsveg og tunnil uppiyvir Havnini og Hoyvíkini (Mynd: torshavn.fo)

2022-12-20 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar frá, at tað verður eykabýráðsfundur seinnapartin í morgin, har bara eitt mál er á skránni. Tað er uppskot um sáttmála við byggifelagið Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni.

Talan er um eina risastóra verkætlan. Ætlanin er at gera ein veg millum rundkoyringina á Hvítanesi, beint við Eysturoyartunnilin, og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, sum gongur yvir Havnina og fyri ein part í Hoyvíkshaganum. Ein partur av strekkinum verður ein tunnil undir Húsareyni, sum kemur út undir Hotel Føroyum einumegin.

[object Object]
Kort av upprunaætlanini - frá E til F er ætlanin at gera tunnil (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Tórshavnar kommuna skrivar, at býráðið 27. oktober einmælt samtykti at bjóða ráveg og tunnil út sum høvuðsarbeiðstøku. Í hesum sambandi skuldi eisini gerast sáttmáli við ráðgevan um detailprosjektering av vegaverkætlan frá rundkoyringini við Hvítanes til tunnilsmunnan. 

Talan gjørdist um kapping millum tvær stórar byggifyritøkur:

-Tann 1. desember var lisitiatión um arbeiðið at gera tunnil og ráveg. Inn komu tilboð frá P/F J & K Petersen og P/F Articon áljóðandi ávikavist 310 milliónir 293 milliónir - Harumframt lat Articon tvey alternativ tilboð inn áljóðandi ávikavist 289 og 259 milliónir

Umsitingin hevur gjøgnumgingið tilboðini, og til eykabýráðsfundin í morgin skjóta tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin upp, at sáttmáli verður gjørdur við P/F Articon um heildararbeiðstøku við føstum prísi at gera vegastrekkið, íroknað tunnil. Hesin sáttmálin er áljóðandi 324 millónir - tá er tað íroknað mvg.

Tað er ikki Tórshavnar kommuna, ið skal rinda alt. Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at tryggjast skal, at stuðulin frá landinum áljóðandi 110 milliónir kann veitast verkætlanini. Avtala er gjørd um hetta -  harvið fer landskassin helst at rinda umleið 30 prosent av verkætlanini.

Eykabýráðsfundurin verður í morgin, mikudagin 21. desember klokkan 16. Fundurin verður stroymdur á torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder