![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eitt tilmæli er gjørt, og í kvøld skal býráðið taka støðu til tað. Ætlanin er, at Tórshavnar kommuna í framtíðini skal kunna taka eitt gjald frá útlendskum borgarum, ið ynskja at giftast á kommunuskrivstovuni. Tað skrivar Kringvarpið.
Ikki er greitt enn, hvussu nógv talan kann verða um. Fyri at hetta kann gerast møguligt, skal Tórshavnar kommuna fáa heimild frá Almannnaráðnum. Eingin kommuna í Føroyum hevur eina slíka, sum nú er.
Í fjør fóru 23 vígslur fram hjá Tórshavnar kommunu, har tey vígdu ikki vóru borgarar í kommununi ella í Føroyum. Samanlagt hevði kommunan 60 vígslur í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald