Innanlands

Skulu umvæla kloakkir í høvuðsstaðnum fyri 3,5 milliónir krónur

Kloakkir skulu hosuførast - tað vil siga umvælast innanífrá. Við hesum slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp

Tað hava verið trupulleikar við kloakkdálking í Havn (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað hava verið trupulleikar við kloakkdálking í Havn (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-04-25 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava verið trupulleikar við kloakkdálking í Havn og einum ávísum lukti. Hetta hevur verið nakað, ið eitt ávíst trýst hevur verið lagt á býráðið fyri at loysa.

Les eisini: Kloakdálking í Havn - dálking frá frárensli

Nú skal okkurt veruliga henda á økinum. Í øllum førum hevur Tórshavnar kommuna sett knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.

Hetta varð samtykti á býráðsfundi í gjár. Sambært torshavn.fo verður ein háttur nýttur, sum hevur rigga væl fyrr:

- Talan er um at hosufóðra kloakkirnar. Hetta verður gjørt við at kloakkirnar verða umvældar innanífrá. Á henda hátt slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp. Nakrar kloakkir í kommununi eru longu umvældar við hosufóðring, og tað hevur eydnast væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder