Teir eru nú farnir undir at hosufóðra kloakkir í Tórshavnar kommunu. Arbeiðið gongur fyri seg í Eysturbýnum. Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, verða kloakkrørini umvæld innan.
Arbeiðið, sum kommunan nú ger, sparir kommununi nógva tíð og pening. Kommunan sleppur undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera.
- Borgarin sleppur undan, at vegir í býnum verða grivnir upp í longri. Alt verður gjørt undir jørð, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Teknisku nevnd.
Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar hosur - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í kloakkrørini.
Fyrst verður hosan vatntett og blást inn í rørini. Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er bygt undir jørð.
Arbeiðsútgerðin kann larma eitt sindur - tó ikki meira enn ein sláimaskina. Ampi kann eisini standast av lukti, løtuna arbeiðsfólkið fóðrar rørini.
Íbúgvar, sum búgva nærhendis støðunum, har kloakkrørini verða fóðraði, hava fingið eitt neyvari kunningarskriv í postkassan.
Arbeiðið fer fram frá 18. mai til 29. mai.
Kloakkir hjá Tórshavnar kommunu á fylgjandi strekkjum verða hosufóðraðar:
Strekki 1 og 2: Klokkaragøta - Bókbindaragøta - Eysturstræti - Yviri við Strond
Strekki 3 og 10 - Fútalág
Strekki 4 – Hoyvíksvegur
Strekki 5 og 7 - Jónas Broncks Gøta – Lutzenstrøð
Strekki 6 - Láarvegur – Traðabrekka
Strekki 8 - M.A. Winthers gøta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald