Í vikuni varð boðað frá, at danska stjórnin fór at herða tiltøkini fyri at minku um smittuspjaðingina í Danmark, og danir skulu vænta, at tey koma at vara restina av vetrinum.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen í samrøðu við TV2.
Millum tey tiltøk, sum í løtuni standa til at fara úr gildi 17. januar, er eitt forboð móti at savnast fleiri enn fimm fólk, og eitt tilmæli um at halda tveir metrar frástøðu.
Les eisini: - Avlýs helst allar avtalur
Danski forsætisráðharrin sigur, at hon í løtuni ikki kann siga nakað um, hvørt tiltøkini verða longd ella ikki, men ábendingar eru um, at talan tíverri verður um ein harða afturlating.
Tiltøkini vórðu herd orsakað av nýggja slagnum av koronavirus, sum kemur úr Stórabretlandi. Mett verður, at hetta smittar munandi meira enn upprunaslagið av koronavirus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald