Innanlands

- Avlýs helst allar avtalur

Ein kann nú bert savnast við fimm øðrum persónum í Danmark. - Vit koppseta skjótast í ES, men fáa ov fáar skamtir og vit eru í einari kapprenning við tíðina og úrbregði, segði Mette Frederiksen millum annað fyrr í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-05 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska samfelagið er so at siga aftur lagt lamið orsakað av koronu. Úrbregði - "bretsla slagið" - hevur nú gjørt, at tað ikki ber til at savnast meira enn fimm í einum staðið, størri familjur eru undantiknar, og frástøða skal haldast á tveir metrar og ikki "bert" ein, sum tað hevur verið í eina tíð. Heitt verður á fólk um framvegis at arbeiða heimanfrá so nógv sum gjørligt, og so eisini at avlýsa allar avtalur, sum ikki eru heilt neyðugar og at vera sera varin hvat sosialum sambondum viðvíkur - í fyrstu atløgu næstu tólv dagarnar: Danmark er farið á váðastøði fimm, ið orð er tað hægsta av teimum, ið er í koronatilbúgvingini. 

Alt hetta varð fráboðað á tíðindafundi í Statsministeriet seinnapartin. Eftir at Statens Serum Institut (SSI) hevði givið sínar metingar um koronastøðuna, nú úrbregði av álvara er byrjað at gera um seg í Danmark, og heilsumálaráðharrin hevði havt fund við allar floksleiðararnar fyrrpartin, so stóðu Magnus Heunicke, Herik Ullum, Mette Frederiksen og hini við pultirnar, sum so ofta í seinastuni.

Heilsuverkið er undir trýstið - serliga í høvuðsstaðarøkinum og á Sælandi sum heild. Hetta staðfesti Heunicke á tíðindafundinum. Tað var greitt, at myndugleikarnir stúra fyri, at støðan verður, sum hon er í Bretlandi í løtuni, har smittutølini áhaldandi eru høg, og heilsuverkið er í vanda fyri at bukka undir orsakað av so nógvum innløgdum. 800 fólk í Danmark hava tað bretska slagið av koronavirus. Á tíðindafundinum varð millum annað spurt inn til, hví ferðing frá Stórabretlandi ikki varð støðgað fyrr, men tað kundi Mette Frederiksen ikki heilt svarað uppá.

Koppsetingin gongur skjótt - tó ikki nóg skjótt

Mette Frederiksen legði út við at siga, at støðan er ørkymlandi. Forsætisráðharrin gjørdi tó greitt, at úrbregði ikki er meira vandamikið enn upprunaliga covid-19, men at tað útfrá metingunum frá Statens Serum Institut smittar millum tvífalt og 74 prosent so illa. Harvið kann tað ganga heilt skjótt, og SSI væntar at kontakttalið kann koma uppá 1,5 seinni um ein mánaði ella so.

Forsætisráðharrin fegnaðist um, at tað gongur skjótt at koppseta í Danmark og vísti á, at Danmark er tað landið í ES, ið hevur koppsett flest fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tó skal tað rennast skjótari, tí tað er ein kapprenning ímóti úrbrægnum. Hetta staðfestu bæði Mette Frederiksen og stjórin í Sunhedsstyrelsen, Søren Brostrøm. Sannroyndin er, at í løtuni fær Danmark ov fáar skamtir, segði forsætisráðharrin. Tó verður ikki farið úr avtaluni við ES.

Brostrøm varð spurdur, um tað er rætt at bíða við seinna prikinum til seks vikur seinni, sum ætlanin er at gera tað í Danmark, Bretlandi, og eisini møguliga Føroyum. Hetta fyri at fáa fleiri fólk vard beinanvegin við frysta prikinum. Søren Brostrøm vissaði um, at tað vóru vísindalig prógv fyri, at seinna prikið er effektivt, hóast tað kemur so seint. Pfizer og BioNTech, ið hava framleitt eitt koppsetingarevni, vóru annars úti í gjár og sáddu iva um hetta.

Dagstovnar lata ikki aftur - útgongubann kemur ikki uppá tal

Myndugleikarnir vórðu spurdir um ymiskt. Eitt av teimum einastu, ið ikki er latið aftur í Danmark, eru dagstovnarnir. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er umráðandi at halda samfelagið koyrandi í ávísan mun, og hjá til dømis heilsustarvsfólkum er tað neyðugt at hava møguleikan at fáa síni børn passaði.

Mette Frederiksen segði eisini, at heilt fá amboð eru eftir í nógv umtalaða amboðskassanum at nýta til at tálma smittuspjaðingini. Hon gjørdi tó púra greitt, at tað avgjørt einki politiskt ynski ella heilsufrøðiligt tilmæli er um at seta eitt útgongubann í verk í Danmark. Slíkt hevur verið í millum annað Italia og Frakland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder