Aftur í nátt fekk løgreglan fráboðan frá borgarum í Klaksvík, sum søgdu, at skotið var við plastkúlum úr bilum. Hetta hendi eisini fyri einari viku síðan.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at funnið var fram báðar bilarnar, sum skotið var úr. Í eina bilinum vóru tríggir mans um 19-20 ára gamlir. Løgreglan legði hald á sonevnd "softgun" og eisini á kúlurnar.
Í hinum bilinum vóru fýra ungir dreingir, men her høvdu teir báðir á baksetrinum einki við hetta at gera. Teir á forsetrinum viðgingu, at teir høvdu skotið eftir fólki. Eisini her legði løgreglan hald á "softgun".
Allir fimm fáa bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.
Vaktleiðarin greiðir frá, at hetta ikki er vandaleyst. Hesar byrsurnar skjóta lutfalsliga kraftiga, og tað kann vera vandamikið at raka eyguni eitt nú.
Les eisini: Løgreglan: Hetta skal helst ikki vinda uppá seg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald