Innanlands

Slakar 75 milliónir útgoldnar í lønarískoyti

4.320 vóru í koronaskipanini tá tað var upp á tað mesta. Nú eru 2.672 fólk sum fáa lønarískoyti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-15 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann 4. apríl toppaði talið av móttakarum av lønarískoyti frá ALS. Tá vóru 4.320 fólk, sum fingu lønarískoyti.

Síðani er talið í serskipanini, sum løgtingið í skundi samtykti orsakað av koronakreppuni, minkað, og í dag fáa 2.672 fólk lønarískoyti. 1.340 kvinnur og 1.332 menn.

ALS upplýsir í dag, at 74.257.000 krónur eru útgoldnar í lønum eftir serskipanin kom í gildi frá 12. mars at roknað.

Talið av móttakarum av arbeiðsloysisstuðli er hinvegin á veg upp eftir. Tann 12. mars vóru 289 arbeiðsleys meðan talið nú er 435 fólk.

Portalurin hevur biðið um innlit í hvørjar fyritøkur hava og fáa lønarískoyti til teirra starvsfólk, men hevur fingið noktandi svar um hetta.

Metingin hjá ALS er, at upplýsingar um hvørjar fyritøkur hava brúkt koronaskipanina hjá ALS, eru at sammeta við upplýsingar um hvørjir einstaklingar hava fingið stuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder