Mentan

Slaktið á Vaglinum næsta vikuskifti

Leygardagin í næstu viku verður ókeypis barna- og familjutiltak á Vaglinum, har børn sleppa at síggja, hvussu seyður og neyt blíva til kjøt

2023-10-12 12:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 21. oktobur verður stórt ókeypis barna- og familjutiltak á Vaglinum, har børn sleppa at síggja, hvussu seyður og neyt blíva til kjøt.

Tú ert hervið boðin til Slaktið. Ein heilt serligur dagur har vit bjóða børnum og familjum at síggja, at kjøtið ikki veksur í frystiboksini hjá Bónus, men faktiskt er frá veruligum djórum.

Á Slaktinum fáa børnini eina greiða fatan av lívsleiðini hjá kjøtinum - líka frá náttúruni til tallerkin.

Samstundis sum fjøllini verða gingin, fara vit at fletta fimm seyðir og eina kúgv mitt á Vaglinum, so børn og vaksin sleppa at síggja, hvar kjøtið kemur frá.

Men tað verður ikki bara fletting. Nulsen bulsen. Vit hava eisini fingið seks frálíkar kokkar at gera 6.000 spennandi smakkiroyndir, sum tú kann royna púra ókeypis! Ja, tú sleppur eisini undan uppvaskinum. Vit orna alt fyri teg.

Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hava vit eisini heilaføði, so ikki bara búkurin men eisini tann intellektuelli parturin verður mettur. Vit hava ikki færri enn seks spennandi fyrilestrar um alt frá reinføri og flugufisking til ostar og meksikanska matgerð við føroyskum avroðum.

Og sum rosinan í sperlinum, so verður tað eisini ein festlig uppboðssøla uppá gamlan máta og kapping um føroya bestu kjøtpylsu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder