Um 22-tíðina í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend á flogvøllin.
Talan var um ein norðmann, sum skuldi av stað við seinasta flogfarinum í gjár, men maðurin slapp ikki umborð.
Orsøkin var, at hann hevði fingið ov nógv niðurum, og av trygdarávum varð mett, at tað var ikki ráðiligt at loyva honum umborð.
Løgreglan royndi síðani at fáa hann á gistingarhús í Sørvági, men har var ikki pláss, so tí varð hann koyrdur til Havnar, har hann slapp at gista fyri egna rokning.
Maðurin skal eisini sjálvur gjalda fyri nýggjan ferðaseðil heim, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at slíkar støður eru sjáldsamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald