
Guðrun Anna tykist skelkað. Men tað sæst ikki á henni, at hon fyri minni enn 24 tímum síðan hevur verið úti fyri álvarsligum ferðsluóhappi, sum saktans kundi enda í vanlukku. Eitt plástur á fingrinum er einasti sjónligi løsturin.
Tað var nakað eftir middag hósdagin, at óhappið hendi. Við Gjánoyri beint sunnan fyri Langasand.
Guðrun Anna Vestergaard býr í Haldórsvík saman við seks ára gamla soninum, tvey ára gomlu dóttrini og manninum, Cristian, sum er úr Rumenia.
Hon gongur á HF í Glasir og var á veg heim eftir at hava verið til handils á Norðskála á vegnum.
Óhappið hendi, tá ein ær ella eitt lamb reisist í ovaru síðu, og traðkar niðan á vegin...
Eg royni spakuliga at bremsa, tí at vegurin er so hálur. Bilurin byrjar at glíða, og eg missi tamarhaldi á honum. Bilurin fer til vinstru, høgru, vinstru
Guðrun Anna hevur skrivað um tað hon upplivdi – ein hugtakandi tekstur, har hon setir orð á sínar upplivingar, kenslur og tankar. Hon legði tekstin út á lesarin.fo fyrrapartin í gjár, fríggjadagin, minni enn eitt samdøgur eftir hendingina.
- Eg hevði tørv á at seta orð á tað heila. Fáa tað út, líkasum...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald