2021-04-03 13:30

Í gjárkvøldið vórðu boð send eftir bjargingarbátinum Tanum, tá ein glastrevjabátur steðgaði upp í Nólsoyarfirði.
Tað var orsakað av trupulleikum við gearinum, at báturin tørvaði hjálp.
Níggju fólk vóru umborð á bátinum, sum Tanum sleipaði inn á Havnina, sigur vakthavnadi á MRCC-støðini.
Byrjað varð at sleipa klokkan hálvgum átta, og tveir tímar seinni var Tanum komin á Havnina við bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald