Innanlands

Sleppa aftur í kirkju

Klokkan 11 verður aftur gudstænasta kring landið eftir koronasteðg í tveir mánaðir

Vesturkirkjan (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Vesturkirkjan (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-17 10:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava verið stongdar í tveir mánaðir, lata kirkjurnar kring landið upp aftur í dag.

Avmarkingar eru við kirkjugongdini, tí fólk mugu ikki sita ov tætt saman í kirkjuni. Í stóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 100 fólk til gudstænastu, jarðarferðir og brúðarvígslu. Í miðalstóru kirkjunum er talið í mesta lagi 75 fólk, og í smærru kirkjunum sleppa 40 fólk til gudstænastu, jaðarferð og brúðarvígslu.

Avmarkingarnar merkja eisini at tað ikki verður loyvt at brúka sálmabókina í kirkjuni, men at heitt verður á fólk, um at hava egnu sálmabók við ella at brúka sálmabókaappina.

Yvirlit yvir allar gudstænastur sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder