Innanlands

Sleppa at hava opið út á náttina gerandisdagar

Í summar sleppa skeinkistøð í Tórshavnar kommunu at hava opið til klokkan tvey gerandiskvøld

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-09 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Til 1. september sleppa skeinkistøðini í Tórshavnar kommunu at at hava longri opið um kvøldarnar gerandisdagar og sunnudagar.

Hesum hevur kommunan boðað løgregluni og loyvisnevndini frá.

Hetta gjørdi seg eitt nú galdandi í gjár, tá fleiri skeinkistøð í Havn høvdu leingi opið í sambandi við hondbóltsdystin í gjárkvøldið, og at tað í dag er frídagur, kristi himmalferðardagur.

Annars hava skeinkistøðini bert havt loyvi, at hava opið til á midnátt gerandiskvøld og sunnukvøld, men er altso broytt nú í summar.

Les eisini: Nógv fagnaðu hondbóltslandsliðnum í býarlívinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder