Órudd hevur seinastu vikurnar hópað seg upp í Havnargøtum, og herverk er eisini gjørt á urtapottar og vøkstur í miðbýnum, sum tí sær ófantaligur út.
Men nú sleppur Tórshavnar kommuna at rudda - eitt sindur í øllum førum.
- Fyri at vísa góðan vilja, nú samráðingar eru í gongd, hava Verkafólk givið Tórshavnar kommunu undantøk at rudda í miðbýnum áðrenn mentanarnáttina, at taka upp eftir herverkið, umframt at skelta og annað praktiskt í sambandi við Mentanarnáttina, siga arbeiðarafeløgini.
- Í samband við Norðoyastevnu og Okkara Land í síðstu viku avgjørdu Verkafólk eisini at geva nøkur undantøk, soleiðis at hesi tiltøk kundu haldast, eins og undantøk eru givin til Country Festivalin í Sørvági hetta vikuskiftið, siga tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald