Innanlands

Sleppast kann undan mestu plastdálkingini frá spreingiarbeiði

Tað ber til at minka útlátið av plasti frá grótspreinginum við í minsta lagi 75 prosentum sigur nýggj norðurlendsk frágreiðing

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-26 19:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggj, norðurlendsk frágreiðing sigur, at til ber at minka útlátið av plasti frá grótspreingingum við í minsta lagi 75 prosentum.

Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu sínari.

Átøkini, sum eru nevnd í frágreiðingini, umfata bæði betri planlegging, so tað slepst undan at nýta plastið, og uppskot til, hvussu plastið kann savnast innaftur.

Plastdálkingin stavar frá spreingileiðingum og størri plastlutum, men eisini frá mikroplasti, serliga úr armeringsplasti.

Seinastu árini er ljós kastað á plastdálkingina frá spreingiarbeiði. Nógv plast haðani endar á sjónum. Tørvur hevur verið á meiri vitan um, hvat kann gerast fyri at forða plastinum at fara á sjógv, og hvat kann gerast til tess at minka spjaðingina, tá plast er farið á sjógv.

Norðurlendski arbeiðsbólkurin Hav og strond undir Norðurlendska Ráðharraráðnum hevur tikið stig til frágreiðingina “Plastics in the sea from blasted rock – prevention and measures”. Dømi úr Eystur- og Sandoyartunlum eru við í frágreiðingini.

Norskar metingar siga, at til hvørja spreinging í einum tunli verða 5-6 kilo av plasti nýtt. Til ein 11 km langan tunnil sum Eysturoyartunnilin verða umleið 2200 spreingingar gjørdar. Sostatt kunnu koma eini 13 tons av plastburturkasti – leiðingar, mikroplast og plast nýtt í løðingunum – burtur úr einum tunli í longd sum Eysturoyartunnilin.

Í frágreiðingini verður skotið upp at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til spreingingarnar heldur enn at leggja leiðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder