Mentan

Sló vakt fleiri ferðir í andlitið

Maður, ið royndi at snýtaseg á Summarfestival, skuldsettur fyri harðskap

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2019-08-09 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður, sum í nátt royndi at snýta seg inn á Summarfestivalin í Klaksvík, slapp at sita náttina í klivanum hjá løgregluni í Klaksvík, og verður nú skuldsettur fyri harðskap.

Hendingin fór fram nakað eftir klokkan tvey í nátt, tá maðurin kleiv upp um girðingina, sum er sett upp rundan um festivaløkið, fyri á tann hátt at sleppa á festival uttan at gjalda.

Menn vaktarfólk uppdagaðu hetta, og tóku mannin fyri at fáa hann útaftur. Maðurin østist upp av hesum, og gjørdist harðligur. Tað endaði við, at hann sló ta einu vaktina fleiri ferðir í andlitið.

Vaktleiðarin hjá løgregluni veit í morgun ikki at siga, hvussu stóran skaða vaktin fekk av hesum, men maðurin varð latin løgregluni, sum setti mannin í klivan at liggja nátt. Í morgun verður hann skuldsettur fyri harðskap.

- Og tað tað herðandi umstøður, tá harðskapurin verður framdur móti einum vaktarfólki, ger vaktleiðarin vart við.

Annars var friðarligt í Klaksvík, har nógv fólk var savnað í góðveðrinum hetta fyrsta kvøldið á Summarfestivalinum. Sum altíð er, vóru nøkur, sum høvdu fingið ov nógv at drekka, og ikki kláraðu seg sjálvi. Hesi tóku samarittarnir sær av, og løgreglan veit ikki tí hvussu nógv høvdu hesa hjálp fyri neyðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder