2024-11-25 07:58

Løgreglan og sløkkiliðini kring landið hava havt úr at gera um vikuskiftið. Fyrrapartin og nakað út á seinnapartin í gjár vóru nógvar fráboðanir, men í nátt kom bara ein.
Fyrsta fráboðanin um stormskaðar kom leygarkvøldið klokkan 23, og tað helt fram til sunnudagin seinnapartin.
Serliga í Sandavági og Miðvági vóru nógvir skaðar.
Sí eisini: Skaðamyndir úr Sandavági (jn.fo)
Nógvastaðni vóru tekjur sum rivu og fuku, rútar sum vórðu trýstir inn, garðar sum vórðu koppaðir, og skorsteinar.
Í nátt kom bara ein fráboðan. Hon var úr Vági, har takplátur fuku í vindinum. Óvist var, hvar hesar komu frá.
Les eisini: 41 fráboðanir um stormskaðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald