Onkrir smærri skaðar hava verið av vindi í gjárkvøldið og í nátt. Í Funningi varð boðað frá, at ein pláta frá einum ljósarmaturi við skúlan í bygdini var farin í vindinum. Hetta var um 18.30-tíðina. Har fekk tilbúgvingarleiðarinleiðarin í kommununi boðini.
Og í Trongisvági bað ein húsaeigari um hjálp í sambandi við, at ein takpláta var loysnað og lá og bankaði í vindinum. Hetta var um 20-tíðina. Løgreglan sendi boðini víðari til tilbúgvingarleiðaran í kommununi.
Bógskrúvan gekk fyri
Um somu tíð hendi eisini eitt óhapp, tá farmaskipið Silver Bird skuldi leggja til bryggju í Fuglafirði. Rættiliga nógvur vindur var júst tá, vindmátarin á Kambsdali vísti 29 metrar um sekundið.
Silver Bird fekk hjálp frá einum loðsbáti at leggja at, men loðsbáturin megnaði ikki at halda ímóti, tá bógskrúvan á farmaskipinum gekk fyri.
Hetta endaði við, at farmaskipið rak móti Vestmenningi, sum lá við bryggju. Silver Bird bar við lúnningina framman til á Vestmenningi.
Talan var um minni skaða. Tryggingarnar hjá skipunum báðum tæka sær av, hvat víðari skal henda við málinum, upplýsir valtleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald