Uttanlands

Smágongustjørna fer tætt framvið jørðini í nátt

Frástøðan er einans 3.600 kilometrar tá hon er tættast

2023-01-26 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hon er á stødd við ein lastbil og hevur júst nú kós móti jørðini. Talan er um smágongustjørnuna, sum gongur undir navninum Asteroid 2023 BU, sum fyrstu ferð varð uppdagað av frítíðarstjørnufrøðinginum Gennadiy Borisov.

Komandi nátt verður mett, at hon fer tætt fram við jørðini. Tað skrivar amerikanski rúmdarstovnurin Nasa.

Smágongustjørnan fer framvið bert 3.600 kilometrar uppi yvir suðurendanum av Suðuramerika, og tað er nærri enn fleiri av teimum fylgisveininum, sum eru í ringrás um jørðina.

Hóast hetta er ógvuliga nær, so er ongin orsøk at óttast, skrivar Nasa.

Tí tað er ongin vandi fyri, at smágongustjørnan rakar jørðina, og hóast hon vildi tað, so hevði hon brent upp í atmosferuni áðrenn hon rakti, upplýsir amerikanski rúmdarstovnurin.

Í heyst stóð Nasa fyri eini roynd, sum snúði seg um at kanna, um vit hava møguleika fyri at broyta kósina hjá eini smágongustjørnu. Tað hendi við at stýra einum amerikanm rúmdarfari inn í gongustjørnuna 11 kilometrar burtur frá jørðini.

Royndin eydnaðist, og gevur vónir um, at tað ber til at verja jørðina móti slíkum himmallikamum, um vandi skuldi verið fyri, at tey fara at raka jørðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder