Innanlands

Smakkloysi kann peika á smittað

Hagfrøðiligur frymil mælir til at leiga eftir smakkloysi fyri at finna korona-smittu

Jón Joensen, hagfrøðingur (Skíggjamynd: KVF)

Jón Joensen, hagfrøðingur (Skíggjamynd: KVF)

2020-04-22 17:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hagfrøðiliga hevur smakkloysi hjá fólki rættiliga stóra forklárandi effektina sum eyðkenni fyri koronasmittu. Hetta eyðkennið eigur tí í størri mun at verða brúkt av læknaliga myndugleikanum í royndini at finna fram til teir persónar, ið eru smittaðir við korona, men kanska ikki vita av tí sjálvir, tí tey ikki kenna seg sjúk.

Tað heldur hagfrøðingurin Jón Joensen, sum í einum almennum skrivi vísir á, at júst mist evni at smakka er tað eyðkennið, ið átti at verið best til at funnið fram til fólk, ið bera smittuna.

Eisini Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum nevndi hendan møguleikan á tíðindafundinum seinnapartin í gjár, týsdagin.

Bjarni á Steig mælir til, at mistur smakki og/ella luktisansur verður tikin við í lýsingini av sjúkueyðkennunum, ið eiga at vera orsøk til, at fólk leita sær til lækna til tess at verða kannað fyri koronasmittu.

Jón Joensen, hagfrøðingur, fýlist á, at føroysku myndugleikarnir eru afturhaldandi við at almannakunngera data, sum eru savnað inn viðvíkjandi korona hesa seinastu tíðina.

Hann skrivar soleiðis:

”Um vit hugsa okkum støðuna fyri fáum vikum síðani í Kina, Italia og Spania til dømis, og lata sum um, at alt data um korona sjúkueyðkenni hesi lond høvdu í hendi tá, vóru almannakunngjørd so skjótt tað var tekniskt møguligt, so er neyvan ivið um at deyðstølini høvdu verið nøkur onnur, og sjúkueyðkennislistin hjá hesum londum, og WHO, hevði avgjørt sæð øðrvís út í dag.

Tað letur tó til, at data um korona kanningar í Føroyum, ikki eru fyri almenningin, ikki enn. Eg má tó spyrja, hvat er orsøkin til at bølt verður yvir hesi so týdningarmiklu vitan? Tann vitanin sum helst liggur í hesum data, kann hava ein ógvuliga avgerðandi týdning fyri okkum øll, ikki bara Føroyar, men allan heimin.”

Les alla greinina á lesarin.fo: Ávaring um korona smittu  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder