
Sunnudagin 25/4 kl. 16 letur upp spennandi listaframsýning í Saltangará. Fýra av okkara fremstu listafólkum sýna fram, og framsýningin verður opin í eina viku.
Á framsýningini verða verk eftir Eli Smith, Finleif Mortensen, Silju Eystberg og Hanna Bjartalíð sýnd fram.
Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir perfektir – mitt í Saltangará alla mentanarvikuna.
Fernisering verður sunnudagin 25/4 kl. 16–18 – beint eftir setanina og flaggdagshaldið – og framsýningin verður opin alla vikuna, tó ikki fríggjadagin, dýrabiðidag.
Eli Smith og Finleif Mortensen eru á hvør á sín hátt m.a. kendir fyri at tulka okkara landsløg. Finleif við náttúruni sum myndaevni, og Eli við sjálvari náttúruni sum litpalett. Afturat teimum eru Silja Eystberg og Hanni Bjartalíð. Silja umboðar yngra ættarliðið innan myndlistina við sínum sterku litum og myndaevnum, og Hanni er ein av okkara stóru slóðbrótarunum og arbeiðir við fleiri ymiskum listagreinum. Tilsamans borgar hetta fyri einari spennandi framsýning við stórum kontrastum.
Framsýningin verður opin soleiðis:
Sunnudagin 25/4, fernisering kl. 16–18
Mánadagin 26/4–hósdagin 29/4 kl. 16–18
Fríggjadagin 30/4 stongt
Leygardagin 1/5–sunnudagin 2/5 kl. 14–17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald