Føroyska strategiin er ikki at halda Føroyar smittuleyst. Strategiin er at klára at handfara smittuna, gjørdi Michael Boolsen, fúti, greitt í Degi og viku í gjárkvøldið, nú latið var upp fyri ferðafólkum til Føroya í gjár.
- Er tað eitt púra smittuleyst samfelag, ella er tað eitt samfelag, har vit klára at handfara smittuna. Frá politiskari síðu havi eg fleiri ferðir fingið at vita, at strategiska málið ikki er at halda Føroyar smittufríar, men at man kann handfara smittuna, segði fútin og formaðurin í farsóttarnevndini.
Hann sigur, at skulu vit hava eitt samfelag uttan korona, mugu vit byrgja Føroyar av.
Michael Boolsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Vit mugu nokk gera okkum greitt, at tað at halda samfelagið smittu smittuleyst hevur tað fyritreyt at vit avbyrgja okkum frá heiminum, og tað er ikki júst tað, vit ynskja, segði Michael Boolsen.
Mørkini lótu upp í gjár, og ferðandi búsitandi í Føroyum skulu ikki kannast fyri korona tá tey hava verið uttanlands, meðan øll onnur skulu hava eina koronatest við sær, tá tey koma hendan vegin.
Men sambært Michael Boolsen eru vit betri fyrireikaði hesaferð, í mun til tá smittan kom fyrstu ferð í mars, og at hetta eisini er eitt parametur, og ger, at farsóttarnevndin heldur tað vera ráðiligt at lata upp aftur.
Heilsumálaráðið boðaði á middegi frá, at 160 kanningar vóru gjørdar í gjár, og allar vóru negativar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald