Uttanlands

Smittutalið í USA setur nýtt met

Talið á skrásettum tilburðum í USA veksur framvegis við fullari ferð.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-08 09:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Týsdagin vórðu skrásettir 60.209 tilburðir av Covid-19 í USA. Tað er tann størsti vøksturin av smittaðum uppá 24 tímar, ið er nakrantíð er skrásettur. Tað vísur ein uppgerð frá John Hopkins University.

Tað eru serliga statirnir við størsta íbúgvaratalinum, ið hava skrásett nógvar tilburðir. Kalifornia, Texas og Florida skrásettu allir 10.000 tilburðir hvør sær seinasta samdøgrið.

USA hevur skrásett nærum tríggjar milliónir tilburðir av Covid-19, meðan 131.362 hava latið lív við smittuni, harav 1.114 seinasta samdøgrið.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder