
Í nátt varð jólabýin í SMS tendraður.
Jólabýurin hevur glett bæði børn og vaksin seinastu mongu árini, og hjá nógvum familjum er tað vorðin ein siðvenja at vitja hugnaliga jólabýin. Jólabýurin skiftir ham á hvørjum ári, og tað hevur hann sjálvandi eisini gjørt í ár.
Umframt jólabýin ber til hjá viðskiftafólki í SMS at síggja tann nýggja jólaposan.
Fyrr í ár kundu børn í Føroyum luttaka í kappingini um at tekna ársins jólaposa, og hóast nógvar góðar tekningar komu inn, gjørdist bert ein vinnari, og í ár bleiv tað 10 ára gamla Maria Bjarnadóttir úr Hoyvík.
Tekningin hjá Mariu, sum myndar allar herligheitirnar í sambandi við jólini, sum tó møguliga verður eitt sindur øðrvísi í ár, koronuárið, var stuttlig, sigandi og ikki at gloyma flott, helt dómsnevndin.
(Mynd: SMS)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald