Innanlands

SMS stongir til 31. mars

Miklagarður, Tjaldurs Apotek og Burger King Drive-throug hava tó opið

(Mynd: SMS)

(Mynd: SMS)

2020-03-17 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsaka av koronasmittuni, sum herjar í løtuni, vil SMS gera sítt fyri at steðga smittuni og fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum. Hesum boðar SMS frá í kvøld.

Tískil verður SMS stongt fram til 31. mars. Tó hava Miklagarður og Tjaldurs Apotek opið sum vanligt. Burger King Drive-through er eisini opið.

Meira kunning um upplatingartíðir og møguleika fyri keyp á netinum verður at fáa á heimasíðuni hjá SMS komandi dagarnar, sigur sølumiðstøðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder