Innanlands

SMS stongt fram til 14. apríl

Handilsmiðstøðin fylgir tilmælinum frá myndugleikunum

2020-03-25 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku kunngjørdi SMS, at alt undantikið Miklagarður, Tjaldurs Apotek og Burger King Drive-through í bygninginum var stongt fram til mánaðarskifti.

Eftir nýggjastu tilmælini hjá landsmyndugleikunum, ið eru galdandi fram til og við 2. páskadag, hevur SMS avgjørt, at leingja hetta til 14. apríl.

Hesum boðar Handilsmiðstøðin frá í dag.

Boðað verður samstundis frá, at handlarnir í húsinum verða enn virknir, og til ber at røkka teimum gjøgnum netið ella telefon. 

SMS er í løtuni pallur fyri koronakonsertum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder