Innanlands

Smyril avlýsir túrar í kvøld og hósmorgunin

Seinasti túrur í dag verður av Havnini klokkan 16, og eftir ætlan verður fyrsti túrur í morgin klokkan 11.30 av Krambatanga

Smyril (Savnsmynd)

Smyril (Savnsmynd)

2024-12-04 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boðað verður frá nógvum vindi í kvøld og fyrrapartin í morgin, og tí hevur Strandferðslan avlýst fleiri túrar hjá Smyrli í kvøld og hósmorgunin.

Túrarnir av Krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21.15 verða ikki sigldir í kvøld. Sostatt siglir Smyril seinasta túrin í dag av Havnini klokkan 16.

Fyrrapartin í morgin verða túrarnir av Krambatanga klokkan seks og av Havnini klokkan 8.45 heldur ikki sigldir.

Eftir æltan verður fyrsti túrur í morgin av Krambatanga sigldur klokkan 11.30, og um viðrar, verður siglt sambært ferðaætlan tað, sum eftir er av degnum, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder