Innanlands

Smyril fer nú aftur í sigling

Leggur eftir ætlan av Havnini klokkan 10

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-24 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandfaraskipið Smyril, sum hevur ligið á Havnini síðan fyrrapartin í gjár, fer nú aftur í rutusigling millum Havnina og Krambatanga.

Sambært kringvarpinum, staðfestu teir eitt brek á Smyrli á veg til Havnar í gjáramorgunin.

Luturin, sum er farin, kann ikki skaffast í bræði, og – sum skilst – hava tey arbeitt við at leggja skipanir um, so at tað aftur er trygt at sigla við Smyrli.

Sambært heimasíðuni ssl.fo fer Smyril av Havnini klokkan 10 og siglir síðan eftir galdandi ferðaætlan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder