Smyril siglir í løtuni við minni ferð enn vanligt, og fær hann tí ikki siglt eftir ferðaætlanini, sigur Strandferðslan.
Smyril sigldi ikki túrin klokkan 10 úr Havn, og hann fer heldur ikki at sigla túrin av Tvøroyri klokkan 13.30.
Sambært Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari hjá Strandfeðsluni, er orsøkin eitt brek við teknisku útgerðini. Hann sigur við Kringvarpið, at tað tekur tíð at bíleggja lutirnar, sum skulu til, fyri at umvæla brekið, og koronakreppan ger tað meira trupult at fáa lutir til landið.
Møguliga fáa tey ikki neyðugu lutirnar til landið fyrr enn síðst í mars.
Væntandi siglir Smyril túrin av Havnini aftur klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald