Innanlands

Smyril: Leki var á einum hydrauliktanga

Hetta hevði við sær, at at olja lak niður á bjálvingina í skorsteininum, so at tað logaði nakað, men eingin vandi var á ferð. Tað hevði eisini við sær, at Smyril ikki sigldi tveir teir seinastu túrarnar í annaðkvøld, og sostatt noyddist millum annað útlendsk ferðafólk at leitað sær runt í Suðuroynni

Smyril varð liggjandi á Krambatanga í gjárkvøldið orsakað av einum leka. Orsakað av hesum noyddust tey, ið skuldu náa flogrutu tíðliga í morgun, at sigla við privatbátum til Sands og síðani fara víðari harfrá við Oyggja- og bygdaleiðum (Mynd: ssl.fo)

Smyril varð liggjandi á Krambatanga í gjárkvøldið orsakað av einum leka. Orsakað av hesum noyddust tey, ið skuldu náa flogrutu tíðliga í morgun, at sigla við privatbátum til Sands og síðani fara víðari harfrá við Oyggja- og bygdaleiðum (Mynd: ssl.fo)

2022-06-02 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kom fráboðan um, at ein lítil eldur var komin úr skorsteininum á Smyrli, og at strandfaraskipið harvð varð lagt fyri kvøldið.


Tað var á veg suður á Krambatanga - klokkan 17.42 - at fráboðan kom frá skiparanum á Smyrli, at trupulleikar vóru við útstoytsrørinum frá høvuðsmotori 2, sum skapti nógvan royk í skorsteinsrúminum.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivarn, at staðfest var seinni, at leki var á einum hydrauliktanga, og at olja lak niður á bjálvingina í skorsteininum, so at tað logaði nakað. Motorurin varð tí sløktur restina av túrinum.

- Talan var ongantíð um nakra vandastøðu, og so skjótt sum Smyril var komin á Krambatanga, var farið undir at umvæla brekið. Smyril kundi tó ikki sigla restina av kvøldinum og vóru túrarnir kl. 18:45 av Krambatanga og 21:15 av Havnini avlýstir. 

Hetta hevði so við sær, at nógv ferðafólk ikki sluppu, har tey ætlaðu sær í gjárkvøldið. Fyri tey, sum vóru eftir í Suðuroynni, hevði tað ymiskar avbjóðingar við sær, ið tó vórðu loystar við gestablídni og hjálpandi hondum: 

- Millum ferðafólkini á Krambatanga var heilt fitt av útlendskum ferðafólki, sum leitaðu sær innivíst runt í oynni. Onkur ferðandi skuldu við flogførum úr Føroyum í morgin tíðliga og við hjálp frá bátum úr Hvalba, sloppu hesi inn á Sand og viðari við bygdaleiðum og Teistanum.    

Silgt varð av Krambatanga aftur klokkan 05 í morgun. Alt gekk sum ætlað, og Smyril siglir nú eftir ferðaætlanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder