Innanlands

Smyril siglir fyrsta túr í kvøld

Fyri veður siglir Smyril av Tvøroyri kl. 18:45 og úr Havn kl. 21:15

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2020-03-02 09:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvi vindurin í dag ávirkar samferðsluna nógv. Smyril hevur broytta ferðaætlan í dag, og loysir ikki av Tvøroyri fyrr enn í kvøld.

Tað verður klokkan 18:45, at kósin verður sett móti Havnini, og farið verður aftur til Suðuroyar klokkan 21:15.

Allir aðrir túrar í dag verða ikki sigldir, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder