Innanlands

Smyril siglir seinasta túr klokkan 18.30

Smyril siglir ikki seinasta túrin norð í kvøld, og siglir fyri veður bert tveir túrar í morgin

Veðrið ávirkar siglingina hjá Smyrli í kvøld og í morgin (Mynd: Bjartur Vest)

Veðrið ávirkar siglingina hjá Smyrli í kvøld og í morgin (Mynd: Bjartur Vest)

2020-02-28 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsøgnin fyri komandi stóra samdøgrið sær einki serligt út, og tí avlýsir Smyril nakrar túrar.

Strandfaraskip Landsins skrivar á heimasíðu sínari, at fyri veður er seinasti túrur hjá Smyrli í dag av T
órshavn klokkan 18:30. Smyril siglir ikki norður aftur.

Smyril siglir aftur av Krambanga kl. 06:00 í morginárini (leygardagin 29.02) og úr Tórshavn kl. 09:00. Tað vil siga nakað ørvísi enn vanligt. Síðani verður eingin sigling um Suðuroyarfjørð restina av degnum. 

Standferðslan boðar eisini frá, at roknast kann við avlýsingum hjá Teistanum í morgin.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder